Um

SILAS OLOFSON er føddur í 1983, útbúgvin gudfrøðingur og hevur altíð havt serligan áhuga fyri fuglalívi. Silas hevur eygleitt fugl frá barnsbeini og hevur fingist nógv við fuglafrøðiligt arbeiði, bæði professionelt og sum frítíðarvirksemi.
Umframt at vera fuglakønur er Silas fuglamyndamaður og brúkar nógva tíð í náttúruni at eygleiða og avmynda fugl. Ígjøgnum nógv ár hevur hann miðvíst avmyndað fugl í Føroyum.
Myndirnar eru tiknar við Olympus ella OM-útgerð.
Á hesi síðu kunnu myndir keypast, sum Silas havur tikið í føroysku náttúruni. Um tú ynskir eina mynd, kanst tú velja millum 40 x 50 cm, 50 x 70 cm ella 60 x 90 cm. Myndirnar verða prentaðar á lørit og rammaðar inn í svarta trærammu - og koyrdar út. Bílegginar í øðrum støddum kunnu eisini gerast.
Myndirnar kosta eftir stødd 1995 kr fyri 40 x 50 cm, 2995 kr fyri 50 x 70 cm og 3995 kr fyri 60 x 90 cm. Tú kanst velja millum allar myndir á síðuni, og um tú hevur ynski um mynd av einum ávísum fuglaslagi, kanst tú senda ein mail á silasolofson@gmail.com ella ringja á +298 286968
Á seldu myndunum verður eyðkennismerki "FUGLIST" ikki prentað eins og á myndunum á heimasíðuni, men vera signeraðar við hond.